Føroyskt

Góði lesari!

Heimasíða og nethandil okkara er tíverri bert á donskum. Tó hava vit eitt gott samstarv við nógvar føroyskar kundar.

Hetta kemst fyri einpart av, at úrval okkara av nýggjum og brúktum húsvognum er stórt, eftirlit og prísir eru í lagi, og so tað, at vit liggja væl fyri við E 45 tætt við Hirshals.

Handil okkara er á tremur av øllum tí nýggjasta til kamping, av góðum tilboðum og hugskotum v.m. – alt hetta til sera kappingarførar prísir.

Vit hava eisini eitt sera framkomið verkstað, har okkara vælútbúnu starvsfólk umvæla øll sløg av húsvognum, húsbilum og viðfestisvognum.

Tollpappírir v.m.
Vit hava nógvar royndir viðvíkjandi tollpappírum, og har afturat seta vit eina æru í at gera tað lætt og skjótt.
Vit taka okkum av øllum, - so tú kanst trygt fara til tollmynduleikaranar og fáa húsvognin við til Føroyar.
Hava tit trupulleikar við heimasíðu okkara, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Vinarliga heilsan
 
Jysk Caravan Center
Juelstrupparken 26
DK-9530 Støvring
 
Telefon: +45 9831 9831
Mail: salg@jysk-caravan.dk
 
Jysk Caravan Center & Trailer Center Nord